FM í estetiskum fimleiki
FM í estetiskum fimleiki hevur verið hetta vikuskiftið í høllini við Tjarnir, og úr Støkk luttóku heili seks lið.
Okkara úrslit í FM-kappingini vóru hesi:
Pinkur Vióla nr. 2

Pinkur Fípa nr. 3

Smágentur Lilja nr. 1 og FM-vinnarar


Smágentur Svalan nr. 3

Gentur Urða nr. 4

Kvinnur Rósan, stutt seria, nr. 1 og FM-vinnarar


Vit eru sera errin av okkara røsku íðkarum og venjarum, og ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við flottu framførslunum og úrslitunum.
