FM í estetiskum fimleiki

Í vikuskiftinum 11. og 12. mai varð FM kappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi, og úr Støkk luttóku heili seks lið.
Úrslitini seinna dagin vóru hesi: 
Pinkur Lilja nr. 1 og FM vinnarar
Pinkur Vióla nr. 4
Smágentur Nava nr. 2
Smágentur Luna nr. 4
Gentur Urða nr. 2
Kvinnuunglingar Rósan nr. 2
Vit eru so ótrúliga errin av okkara røsku íðkarum og venjarum, og ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við flottu framførslunum og úrslitunum.
Hold i dag

Instagram