Fimleikur, sól og samanhald

Hesa seinastu vikuna hava 70 Støkkarar verið til fimleikafestivalin "Festival del Sole", sum varð hildin í Riccione í Italia.

Hetta er aðru ferð at Støkk tekur lut í hesum fimleikafestivali, og vit hava aftur hesa ferð havt eina heilt fantastisk viku full av fimleiki, sól og samanhaldi. Vit hava framført fýra ferðir og okkara seinasta framførsla var á stóra pallinum í gjárkvøldið til endahátíðina, har fleiri túsund áskoðarar vóru. Eyka stuttligt gjørdist tað, tá ið Støkk vann ein heiður fyri at vera tað liðið, sum hevði flest fimleikarar við í framførsluni í mun til íbúgvaratalið.

Vit fegnast stórliga um at hava verið hendan framúr góða túrin, sum setti breiddina og fimleikagleðina fremst.





Hold i dag

Instagram