Fimleikur, sól og samanhald

Hesa seinastu vikuna hava 50 Støkkarar verið til fimleikafestivalin, Festival del Sole, í Riccione í Italia. Hetta er triðju ferð at Støkk tekur lut í hesum fimleikafestivali, og vit hava aftur hesa ferð havt eina heilt fantastisk viku fulla av fimleiki, sól og samanhaldi.

Vit hava framført tríggjar ferðir, og okkara seinasta framførsla var á stóra pallinum fríggjakvøldið til endahátíðina, har fleiri túsund áskoðarar vóru. Vit fegnast stórliga um at hava verið hendan framúr góða túrin, sum setti breiddina og fimleikagleðina fremst.

Støkk fer at luttaka aftur í Festival del Sole í 2028.


Hold i dag

Instagram