FELAGSLIÐIÐ ER BYRJAÐ AFTUR
Heili 70 fimleikarar eru nú við á Felagsliðnum hjá Støkk. Hevur tú hug at koma næstu ferð? Liðið hevur vant eina ferð, og næsta venjing verður í Bylgjuni týskvøldið 2. desembur frá kl. 20 til 21.30.
Elskar tú fimleik, og ynskir tú fleiri fimleikaløtur, venjingar og upplivingar? So er felagsliðið júst nakað til tín. Endamálið við felagsliðnum er at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum.
Einasta krav er, at tú longu ert íðkari, venjari ella virkin á annan hátt í Støkk og ert millum 12 og 100 ár (fødd/ur í 2013 ella áðrenn). Gjaldið er 200 kr. Melda teg til her á heimasíðuni og kom við til næstu venjing.

Sí venjingartíðir her:
