Fantastisk vika í Italia

Hesa seinastu vikuna hava 52 Støkkarar verið til fimleikafestivalin "Festival del Sole", sum varð hildin í Riccione í Italia????

Hetta hevur verið ein heilt fantastisk vika full av fimleiki, sól og samanhaldi. Tað var 16. ferð at Festival del Sole varð hildin, men fyrstu ferð at Føroyar tóku lut????

Støkk hevði eitt av teimum størstu og mest fjølbroyttu liðunum á festivalinum, og tað sást aftur bæði í býarmyndini og til framførslurnar. Vit fegnast stórliga um at hava verið hendan framúr góða túrin, sum setti breiddina og fimleikagleðina fremst.








Hold i dag

Instagram