Vælkomin til úttøkuvenjing í amboðsfimleiki
kappingarárið 2025/2026
Nú verður úttøkuvenjing til kappingarlið í amboðsfimleiki hjá Støkk.
Tað er sera týdningarmikið at møtt verður til allar venjingarnar. Skipað verður bara fyri hesum úttøkuvenjingunum.
Gentur 0.–1. flokk – føddar í 2019 og 2020
Hósdagin 20. august kl. 16:00–17:00
Fríggjadagin 21. august kl. 16:00–17:00
Gentur 2.–4. flokk – føddar í 2016, 2017 og 2018
Hósdagin 20. august kl. 17:30–18:30
Fríggjadagin 21. august kl. 17:45–18:45
Dreingir 0.–4. flokk – føddir í 2016–2020
Fríggjadagin 21. august kl. 17:00–18:00
Leygardagin 22. august kl. 11:00–12:00
Fimleikarin fær boð umvegis teldupostin, sum er skrásettur á klubmodul, við úrslitinum av úttøkuni í seinasta lagi týsdagin 25. august.