Góðkenningardagur og kappingarfyrireiking

Leygardagin var góðkenningardagur og kappingarfyrireiking í amboðsfimleiki fyri gentur og dreingir í Fimi í Tórshavn.
 
Góðkent varð í øllum fýra amboðunum hjá gentum. Hjá Støkk megnaðu 7 gentur at flyta eitt stig upp. Hinar genturnar halda áfram at venja eftir sama stigi. 6 dreingir frá Støkk luttóku í kappingarfyrireiking, og tað gekk sera væl. Fyri dreingirnar snúði hesin dagurin seg um fyrireiking til kapping. Dreingirnir skulu vera 9 ár fyri at sleppa til kapping.
 
Úrslitini kunnu síggjast inni á www.fimleikur.fo

Vit í Støkk ynskja øllum hjartaliga tillukku við úrslitinum.



Hold i dag

Instagram