KOM VIÐ Á FELAGSLIÐIÐ HJÁ STØKK

FYRSTA VENJING ER 24. OKTOBUR
Elskar tú fimleik, og ynskir tú fleiri fimleikaløtur, venjingar og upplivingar? So er felagsliðið júst nakað til tín.

Endamálið við felagsliðnum er at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum. Einasta krav er, at tú longu ert íðkari, venjari ella virkin á annan hátt í Støkk og ert millum 12 og 100 ár (fødd/ur í 2012 ella áðrenn). 

Gjaldið er 200 kr. og fyrsta venjing er 24. oktobur. Sí allar venjingar á myndini niðanfyri. Melda til felagsliðið HER 

Seinasta freist at melda til er 20. oktobur. Hevur tú nakran spurning viðvíkjandi felagsliðnum, ert tú vælkomin at senda eini boð á messenger hjá Støkk.

Hold i dag

Instagram