Støkk byrjar aftur

Breiddarfimleikurin hjá Støkk byrjar aftur mánadagin 2. septembur.
Leygardagin 31. august frá kl. 14-17 verður Støkkdagur í Bylgjuni. Her ber til at fáa hjálp til tilmelding, um tørvur er á tí.
Á skránni verður barnaundirhald við Gyklaranum Ásbjørn og fuglinum Freka Finn, børn kunnu royna ein amboðsbana, Støkkdraktin kann bíleggjast við avsláttri og kaffi & køka verður at fáa.
Vit síggjast 31. august!



Hold i dag

Instagram