Støkk vunnið heiður í Italia 

Hesa vikuna hevur Fimleikafelagið Støkk tikið lut í Festival del Sole í Riccione í Italia við heili 70 fimleikarum.
Í gjár var endahátíðin í sambandi við festivalin hildin á stóra pallinum, har fleiri túsund áskoðarar vóru til staðar.
Støkk framførdi á pallinum, og eftir framførsluna vann Støkk ein heiður fyri at vera tað liðið, sum hevði flest fimleikarar við í framførsluni í mun til íbúgvaratalið.

Tað er stuttligt at kunna umboða Føroyar á henda hátt, og vit í Fimleikafelagnum Støkk eru errin av heiðrinum, sum setur fokus á breiddarfimleikin og felagsskapin.

Kelda: www.in.fo

Hold i dag

Instagram