Um amboðsfimleik
Í amboðsfimleiki hjá kvinnum verður vant og kappast í 4 greinum, gólv, bita, barr og lopi. Hvørt amboð krevur ymiskar førleikar av fimleikarunum, og tí er amboðsfimleikur ein sera krevjandi ítróttargrein. Á gólvinum skal fimleikarin hava gott avsett, smidleika og útstráling. Á bitanum skal fimleikarin hava góða balansu og smidleika. Í barrini skal fimleikarin vera sera sterkur. Og í lopi skal fimleikarin renna skjótt og vera eksplosivur. Felags fyri øll 4 amboðini er, at tað krevst eitt ávíst dirvi, fyri at kunna gera íðkanir á teimum.
Í amboðsfimleiki hjá monnum verður vant og kappast í 6 greinum; gólv, ringar, barr, lop, beinsveiggj og rekk. Hvørt amboð krevur ymiskar førleikar av fimleikarunum, og tí er amboðsfimleikur hjá monnum somuleiðis ein sera krevjandi ítróttagrein. Á gólvinum skal fimleikarin hava gott avsett, smidleika og teknikk. Í ringum skal fimleikarin hava eitt gott sveiggj og styrki. Í barrini skal fimleikarin hava góðan tekniskan førleika at sveiggja. Í lopi skal fimleikarin renna skjótt og vera eksplosivur. Í beinsveiggj og rekk skal fimleikarin hava eitt gott sveiggj og góðan teknikk.
Aldursbólkarnir á kvinnusíðuni eru Pinkur, Gentur, Kvinnuunglingar og Kvinnur.
Aldursbólkarnir á mannfólkasíðuni eru Piltar, Smádreingir, Dreingir, Mansunglingar og Menn.
Hjá teimum yngru verður ein reglugerð nýtt, sum eitur "Stigesystemet". Hetta er ein donsk reglugerð, sum verður nýtt til somu aldursbólkar í Danmark. "Stigesystemet" inniheldur bundnar seriur í øllum amboðum. Seriurnar eru uppbygdar við ymiskum torleikastigum frá 1-7, har seria 1 er tann lættasta og seria 7 tann torførasta.
Dreingir, mansunglingar, menn, kvinnuunglingar og kvinnur kappast eftir altjóða reglugerð, sum eitur FIG. Eftir hesi reglugerð setir man sjálvur seriurnar saman við teimum elementum, fimleikarin megnar at gera.
Fimleikasambandið skipar fyri fleiri kappingum um árið.
Hjá Pinkum/Piltum eru tvær kappingar, liðkapping í november og FM í apríl.
Hjá Gentum, Kvinnuunglingum, Kvinnum, Dreingjum, Mansunglingum og Monnum eru 6 kappingar árliga; liðkapping í november, steypakappingar í hvørjum amboði sær í januar og februar, og so FM í mai mánaði.