BORG nýggjur høvuðsstuðul hjá Støkk

Støkk og Borg hava í dag undirskrivað høvuðsstuðulsavtalu. Rannvá Troest, forkvinna í Støkk, og Kári Hansen og Arnfinn Olsen, deildarleiðarar hjá Borg, undirskrivaðu stuðulsavtaluna, sum inniber, at Borg nú er høvuðsstuðul hjá Støkk í tvey ár.

Navigare og Holm Bygging eru nýggir undirstuðlar hjá Støkk komandi tvey árini. Avtalan varð undirskrivað av Dagbjørt Sólheim, næstforkvinnu í Støkk og Álvi Højgaard, stjóra í Navigare og Monradi Holm Jacobsen, stjóra í Holm Bygging.

Somuleiðis hevur Støkk gjørt klædnasáttmála við Intersport. Sum myndin vísir, verður nýggi Adidas-búnin í eyðkenda myrkabláa litinum.

Felagið fegnast um at hava fingið hesar avtalur í lag og sær fram til gott samstarv.

Fittu fimleikararnir á myndini eru Guðrið Haraldsen og Ási Yan Arnoldson.






Hold i dag

Instagram