Bjarki í altjóða kapping
Seinasta vikuskifti luttók ein av okkara bestu amboðsfimleikarum, Bjarki í Jákupsstovu, í Northern European Championship 2023 (NEC).
NEC, ið er størsta altjóða kapping, sum føroyskir amboðsfimleikarar sleppa at luttaka í, varð hesaferð hildin í Halmstad í Svøríki. Kappingarumstøðurnar í Halmstad Arena vóru framúr góðar við plássi fyri umleið 4.000 áskoðarum.
Bjarki kappaðist ímóti fimleikarum úr øðrum Norðurlondum, Onglandi, Skotlandi, Írlandi, Norðurírlandi, Isle of Man og Wales. Kappingin var sera hørð, og hóast Bjarki ikki megnaði at fáa eitt finalupláss á hesum sinni, so fekk hann sera nógvan íblástur og enn meira orku til at halda fram við at venja til komandi kappingar.
Vit í Støkk ynskja Bjarka væl afturkomnum úr Svøríki.
