Bjarki og Ási til NEC í Danmark

Hetta vikuskiftið hevur føroyska landsliðið í amboðsfimleiki luttikið í Northern European Championships 2026 í Aalborg.

Úr Støkk luttóku amboðsfimleikararnir Bjarki í Jákupsstovu og Ási Yan Arnoldson. Á myndini síggjast teir báðir saman við landsliðsvenjararunum Rúna Lamhauge og Rósing Dam. Føroyska ferðalagið telur níggju fimleikarar, tríggjar dómarar, 3 venjarar og 1 umboð frá FFS.

Kappingin hevur verið krevjandi, og støðið hevur verið sera høgt. Okkara fimleikarar hava tó staðið seg væl og stríðst av øllum alvi. Hóast eingi heiðursmerki komu til høldar, hava teir gjørt sítt allarbest og fingið nógvar góðar og læruríkar royndir við sær.

Ferðalagið kemur aftur til Føroyar í kvøld.

Vit eru errin av okkara fimleikarum og ynskja teimum hjartaliga vælkomnar heim.


Ullumikkut eqimattat

Instagram