Aðalfundur verið í Støkk

Í gjárkvøldið var aðalfundur hjá Fimleikafelagnum Støkk í Bylgjuni. Rannvá Troest heldur fram sum forkvinna í felagnum, og Mia Rodmundardóttir sum skrivari. 
Fyri vali stóðu Dagbjørt Sólheim, næstforkvinna, Katrin Thomassen, peningarøkil, og Julian Steingrund, nevndarlimur. Dagbjørt og Katrin vórðu báðar afturvaldur og halda áfram sum ávíkavist næstforkvinna og peningarøkil. Oddur Mohr Jakobsen varð valdur í nevndina. Julian valdi ikki at stilla upp aftur, og vilja vit takka Julian fyri hansara arbeiði í nevndini. Samstundis ynskja vit Odduri Mohr Jakobsen vælkomnan í nevndina hjá Støkk. Eykalimir eru Bodil Hansdóttir Heimustovu og Jóhannes Nielsen.

Samanumtikið gongur sera væl hjá Støkk; fleiri og fleiri vilja røra seg og vera partur av felagnum. Nógva virksemið og góða gongdin hjá felagnum ger at limatalið er støðugt vaksandi. Vit hava aftur aftur í ár sett met við 940 limum. Hetta er ein vøkstur uppá umleið 200 limir seinastu tvey árini. 

Vit eru ómetaliga errin av, at so nógv vilja gera fimleik og vera partur av felagnum á ymsan hátt. Men hetta setir samstundis sera stór krøv til góða fyriskipan og at duga at brúka allar góðar kreftir. Samskiparar, venjarar og fimleikarar eru ágrýtnir, dugnaligir og álítandi. Saman stremba vit eftir at geva øllum møguleika fyri at íðka fimleik á hóskandi stigi, og at trivnaðurin hjá øllum í felagnum er so góður sum gjørligt.

Hold i dag

Instagram