Ari sera góð úrslit í NM í Finlandi

Um vikuskiftið kappaðist Ari Poulsen úr Støkk í NM í Finlandi, har hann kom í finaluna í lop, gólv og beinsveiggj.
Hann gjørdist nr. 6 í lop og nr. 8 í gólv og beinsveiggj í finaluni.

Vit í Støkk eru sera errin av Ari, og ynskja honum og hansara venjara Rúna Lamhauge, eisini úr Støkk, hjartaliga tillukku við góða úrslitinum.

Føroyski landsliðshópurin kom aftur úr Finlandi í dag. Støkk ynskir øllum hjartaliga tillukku við úrslitinum.


Hold i dag

Instagram