Amboðsfimleikarar til Íslands á venjingarlegu
Fríggjadagin 16. oktober fóru 11 av eldru amboðsfimleikarunum hjá Støkk á venjingarlegu í Íslandi.
Venjingarlegan verður hildin í hølunum hjá Fimleikafelagnum Gerpla, har bæði íðkarar og venjarar fáa íblástur frá íslendskum venjarum.
Legan er ein liður í fyrireikingini til kappingarárið.
Støkk ynskir amboðsfimleikarunum ein góðan og læruríkan túr.
