2. steypakapping í estetiskum fimleiki

Í morgin, leygardagin 9. mars, verður 2. steypakapping í estetiskum fimleiki hildin í Bylgjuni í Runavík. Kappingin verður í tveimum - kappingin hjá pinkum og smágentum byrjar kl. 13.00 og kappingin hjá gentum, unglingum og kvinnum byrjar kl. 15:00.

Úr Støkk fara 6 lið til kapping, 2 pinkulið, 2 smágentulið, 1 gentulið og 1 kvinnuunglingalið. Harumframt fer fyrireikingarliðið pinkur Prima eisini at vísa fram.
Parkeringsviðurskiftini runt Bylgjuna eru sera avmarkað í løtuni, og tí vísa vit til parkeringsplássini við Skúlan við Løkin og við Skótahúsið.

Kappingin verður stroymd á www.kvf.fo


Hold i dag

Instagram