2. Steypakapping í estetiskum fimleiki

Leygardagin 11. mars verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni.

20 lið við nærum 180 íðkarum fara at kappast. Vinnararnir av seinnu steypakapping fáa heiðursmerki, og steypavinnararnir, liðini við flest stigum frá báðum steypakappingunum, fáa steyp handað. Liðini sum kappast eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Kappingin byrjar kl. 13.00 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. 
Dyrnar lata upp fyri áskoðarum klokkan 12.00. Ynskja áskoðarar at skriva karakterirnar niður, verða teir biðnir um at taka penn við. 
Kappingin verður eisini stroymd, og leinki verður at finna á www.fimleikur.fo

Støkk ynskir øllum fimleikarunum góða eydnu við kappingini.

Hold i dag

Instagram