Úttøka í amboðsfimleiki til kappingarárið 2023/24
Øll børn frá 7-10 ár (fødd 2013-2016) eru vælkomin til úttøku. Umráðandi er at møta til allar venjingarnar. Skipað verður bara fyri hesum úttøkuvenjingum:

Mánadagin 21. aug. kl. 17-18.30
Týsdagin 22. aug. kl. 17-18.30

Hósdagin 24. aug. kl. 17-18.30
Høvuðsvenjari hjá gentum er Marjun Jacobsen og hjá dreingjum Rúni Lamhauge.
Fimleikarin fær boð um úrslitið av úttøkuni umvegis teldupostin, sum er skrásettur á klubmodul, í seinasta lagi fríggjadagin 25. august.
