Ókeypis framsýning við Viborg Elitehold

Fríggjadagin 21. oktobur kl. 17.00 verður ókeypis framsýning við Viborg Elitehold í Bylgjuni, har øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýninginin verður fyriskipað í sambandi við at Viborg Idrætshold vitjar Støkk hesa vikuna.

Talan er um væl vandar fimleikarar í aldrinum 20 til 30 ár, sum gera fimleik á sera høgum støði innan rútmu og lop. Spennandi verður at síggja teirra fimleikaligu kynstur við tí serstaka danska fimleikastílinum.

Á framsýningini er Viborg Elitehold bulurin, og harumframt luttaka nøkur lið úr Støkk. Støkk gleðir seg til framsýningina fríggjadagin kl. 17.00 og vónar at síggja nógvar áskoðarar í Bylgjuni.

Hold i dag

Instagram