Nevndin í Støkk afturvald

Aðalfundur hevur verið í Fimleikafelagnum Støkk. Verandi nevnd heldur fram við Rannvá Troest sum forkvinnu, Dagbjørt Sólheim sum næstforkvinnu, Jastrid Weihe sum peningarøkli, Katrin Thomassen sum skrivara og Julian Steingrund sum nevndarlimi. Eykalimir eru Jóhannes Nielsen og Torgerð Gaardlykke.
  
Tað eru nógv góð fólk tengd at felagnum, og øll hava sín serstaka týdning fyri heildina. Nevndin er samd um, at tey áhaldandi mugu menna Støkk, soleiðis at felagið er tíðarhóskandi við fjølbroyttum og spennandi tilboðum til fimleikarar og fimleikaáhugað í øllum aldri.

Nevndin hevur valt nøkur mál, sum skulu raðfestast í arbeiðinum eina tíð fram. Støkk hevur fingið nýggja heimasíðu, og felagið hevur endurnýggjað avtalur við verandi stuðlar, umframt nýggjar stuðlar, sum gevur felagnum eitt trygt fíggjarligt grundarlag komandi árini.

Hetta seinasta fimleikaárið hevur - eins og undanfarna árið - verið merkt av koronu. Hóast óvissan og avlýsingarnar hava sett stór krøv og ført við sær trupulleikar av ymsum slagi, hevur virksemið hjá felagnum gingið sera væl. Fleiri tiltøk hava verið hildin, hóast nøkur eisini hava verið avlýst. Eitt nú varð Fimleikafagnaðurin og Fimleikagalla avlýst, umframt nøkur skeið og nakrar kappingar, sum felagið luttekur í gjøgnum árið - bæði í Føroyum og uttanlands. Men eftir umstøðunum hevur árið sum heild gingið væl, og flottu árligu framsýningarnar í mars mánaða vóru eitt sera gott prógv um hetta.
 
Í juli í fjør luttók Støkk í Føroyaleikum, ið vórðu fyriskipaðir á fyrsta sinni. Eftirsum Føroyaleikir fullu á sama vikuskiftið sum Eystanstevnan, megnaði Runavíkar kommuna saman við ymsu feløgunum og ÍSF at samantvinna hesi bæði tiltøk í kommununi. Støkk skipaði fyri ymsum tiltøkum, m.a. All Around-amboðskapping, Fimleiki fyri øll saman við FFS og eisini ymsum barnatiltøkum.

Við byrjan av fimleikaárinum 2021/2022 varð skipað fyri einum stórum tilmeldingardegi við slagorðinum: Kom og ger fimleik í Støkk. Dagurin var sera væleydnaður við nógvum aktiviteti og hópin av fólki; ein framúr góð byrjan uppá fimleikaárið. Sum nakað nýtt varð við ársbyrjan skipað fyri einum praktiskum skeiðsdegi fyri venjarum. Meira enn 60 venjarar luttóku á skeiðnum, har teir meiri royndu venjararnir tóku sær av undirvísingini.

Amboðsfimleikurin í Støkk er í framgongd, og felagið leggur stóra orku í at skipa fyri góðari venjing fyri gentur og dreingir í øllum aldursbólkum. Av hæddarpunktum í amboðsfimleikinum kunnu vit m.a. nevna, at Støkk vann fleiri heiðursmerki í FM í 2021 og ein fimleikari hjá Støkk var við á føroyska landsliðnum í altjóða kapping í Wales.

Eisini gongur væl við estetiska fimleikinum hjá Støkk, og felagið hevur vunnið nógv heiðursmerki bæði í FM 2021 og í steypakappingum í 2022. Tá flestu kappingar uttanlands vóru avlýstar, vóru tvey estetisk lið í Spania á venjingarlegu á páskum. Og í næstum fara amboðsfimleikarar hjá Støkk eisini til Spania á venjingarlegu.

 

Høvuðsstuðul: #banknordik Undirstuðul: #borg Klædnastuðul: #sport24
Hold i dag

Instagram