Kendur amboðsvenjari hevur vitjað Støkk

Um vikuskiftið hevur Støkk havt vitjan av kenda amboðsvenjaranum Daniel Sundell úr Svøríki.

Øll okkara kappingarlið í amboðsfimleiki hava fingið venjing á høgum stigi og lært nógv hesar dagarnar. Somuleiðis hava okkara amboðsvenjarar fingið nýggjan íblástur innan teknikk og venjingarhættir.

Skipað varð eisini fyri einum ástøðiligum venjaraskeiði fyri øllum kappingar- og breiddarvenjarum í amboðsfimleiki, har Daniel m.a. undirvísti í, hvussu venjingarnar verða lagdar til rættis á bestan hátt samsvarandi stigi, aldri og endamáli.

Daniel Sundell er sera kendur innan amboðsfimleik í Svøríki og øðrum londum. Hann hevur m.a. verið landsliðsvenjari og verið við til at ment svensku kappingarskipanina í amboðsfimleiki. Í dag rekur Daniel sína egnu fyritøku, Coach Dan, og arbeiðir sum ráðgevi hjá fleiri fimleikafeløgum bæði í Svøríki og øðrum londum. 

Hetta er aðru ferð, at Daniel vitjar Støkk, og hann er sera hugtikin av okkara góðu umstøðum í Bylgjuni. Vit í Støkk eru sera væl nøgd við vitjanina og vóna at samstarvið heldur fram komandi árini.
























































Hold i dag

Instagram