Felagsliðið bjóðar fleiri fimleikarum við

Heili 60 fimleikarar eru nú partur av nýggja felagsliðinum hjá Støkk.
Liðið hevur vant einaferð, og næsta venjing verður í Bylgjuni sunnudagin 13. novembur frá kl. 14 til 16. 

Elskar tú fimleik og ynskir tú fleiri fimleikaløtur, venjingar og upplivingar? So hevur tú enn møguleika at koma við á felagsliðið.
Endamálið við felagsliðnum er at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum.

Venjingar hjá felagsliðnum áðrenn jól eru hesar:
Sunnudagin 13. novembur kl. 14-16
Leygardagin 26. novembur kl. 15-18
Leygardagin 10. desembur kl. 15-18

Einasta krav fyri at luttaka er, at tú longu ert íðkari í Støkk og ert millum 12 og 100 ár (fødd/ur í 2010 ella áðrenn). Gjaldið er 200 kr. 

Meldið til á www.stokk.fo og kom við til næstu venjing.

Hevur tú nakran spurning viðvíkjandi felagsliðnum, ert tú vælkomin at senda eini boð á messenger hjá Støkk.


Hold i dag

Instagram