Rósan úr Støkk millum heimsins bestu

Í gjár og í dag hava Kvinnuunglingar Rósan úr Støkk kappast móti flestu av heimsins bestu liðum í estetiskum fimleiki í World Challenge Cup í Tampere í Finnlandi.

Samanlagda úrslitið hjá Rósuni gjørdist eitt 6. pláss av 14 liðum. Í innleiðandi kappingini í gjár fekk Rósan 15,15 stig, sum gav teimum atgongd til finaluna í dag. Framførslan hjá teimum á finaludegnum í dag var enn betri, tí tær megnaðu at fáa 15,65 stig. Samanlagt fingu tær sostatt 30,80 stig og fingu eitt framúr flott 6. pláss av 14 liðum. Vinnari av kappingini var Minetit úr Finnlandi.

 

Hold i dag

Instagram