Steypakappingar í amboðsfimleiki
Okkara amboðsfimleikarar eru sera spentir og gleða seg til steypakappingarnar, sum vera í Bylgjuni í vikuskiftinum.
Fyrra steypakapping í amboðsfimleiki verður leygardagin 12. mars. Kappingin fyri kvinnur, menn, kvinnuunglingar og mansunglingar byrjar kl. 10.00. Kappast verður í øllum amboðum. Kappingin fyri yngru bólkarnar byrjar kl. 13.30. Gentusíðan kappast í lopi og forskotnari barr, meðan dreingjasíðan kappast á gólvi, í beinsveiggj og í ringum.
Onnur steypakapping verður sunnudagin 13. mars. Kappingin fyri yngru bólkarnar byrjar kl. 13.30. Gentusíðan kappast á gólvi og á bita, meðan dreingjasíðan kappast í lopi, paralell barr og rekk.
Báðar dagar verður heiðursmerkjahandanin aftaná hvørja kapping.
Kappingarnar verða hildnar í Bylgjuni, og atgongumerki kunnu keypast við dyrnar, sum lata upp ein hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar. Skipað verður eisini fyri kaffisølu báðar dagarnar.
Støkk ynskir øllum fimleikarunum góða eydnu.