Fyrireikingar til árligu fimleikaframsýningarnar

Nú árligu framsýningarnar eru í hondum, møttu venjararnir hjá Støkk á fyrireikingarfundi í gjárskvøldið í Bylgjuni. Spenningurin er stórur, og nógv er at leggja til rættis og fyrireika, tá okkara fimleikarar skulu vísa ein part av tí, teir hava lært hetta fimleikaárið.

Í ár verða íalt fimm fimleikaframsýningar hildnar, tríggjar leygardagin 26. mars og tvær sunnudagin 27. mars. Kunnað verður nærri, tá framsýningarnar nærkast. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 













Hold i dag

Instagram