Góðkenningardagur í amboð

Leygardagin 26. februar skipar Føroya Fimleikasamband fyri góðkenningardegi fyri gentur og kappingarfyrireiking fyri dreingir í Bylgjuni í Runavík.

Bólkarnir, ið íðka á kvinnusíðuni eru stig 1, stig 2 og stig 3, og amboðini eru lop, forskotin barr, biti og gólv. Á mannfólkasíðuni eru tað dreingir 9 ár og yngri (undantøk eru), og amboðini hjá teimum eru gólv, ringar, beinsveiggj, lop, paralell barr og rekk.

Kappingarnar byrja kl. 10.00. Støkk ynskir øllum fimleikarunum góða eydnu.

 

 

Hold i dag

Instagram