Í sambandi við nýggju koronatilmælini frá Landsstýrinum, velja vit í Støkk at byrja spakuliga aftur við nøkrum liðum. Limirnir hjá Støkk koma úr nógvum ymsum støðum í landinum, og tí meta vit, at hetta er ein góður máti at byrja aftur. 

Frá mánadegnum 15. novembur til og við sunnudagin 21. novembur byrja breiddarliðini frá 6 fl. og upp eftir, fyrireikingarlið í amboð og estetiskum aftur, umframt at kappingarliðini halda fram sum áðrenn.

Hesa vikuna verður fylgjandi krøv galdandi fyri okkara fimleikarar:

- Øll skulu vísa koronapass. Tvs. lidna koppseting, koronakanning ikki eldri enn 72 tímar ella PCR test, sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið. Vit góðtaka eisini um fimleikararnir eru kannaðir við kviktest.

- Venjarin tekur ímóti fimleikarunum og kannar koronapassið.

- Um onkur fimleikari ikki fær møtt til venjing, verður tað ikki skrásett sum frávera.

- Atgongd er bert fyri íðkarum í Bylgjuni. Foreldur og onnur mugu tískil bíða uttanfyri, tá børnini koma og verða heintað.

Umframt omanfyrinevnda, eru almennu tilmælini galdandi, les meira á korona.fo. Vónandi kunnu vit byrja við fleiri liðum um eina viku. 

 

Nevndin í Støkk

Hold i dag

Instagram