Venjarar fyrireikaðir til fimleikaárið

Í dag hevur Støkk skipað fyri førleikamennandi venjaraskeiði fyri venjarum í breiddarfimleiki. Á skeiðnum luttóku umleið 60 sera áhugaðir og ágrýtnir venjarar, hjálparvenjarar og hjálparar. Venjararnir arbeiddu við trimum høvuðsevnum: Vit skipa venjingarárið, vit skipa innihaldið og vit finna hóskandi tónleik. Skeiðsprógv varð handað øllum venjarunum, tá skeiðið endaði. Samanumtikið eitt sera væleydnað læruríkt og eisini lívligt skeið.

 
 

 

Hold i dag

Instagram