BankNordik heldur fram sum høvuðsstuðul og Borg er nýggjur undirstuðul hjá Støkk


Støkk og BankNordik hava í dag undirskrivað høvuðsstuðulsavtalu. Rannvá Troest, forkvinna, og Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri, undirskrivaðu avtaluna, sum inniber, at BankNordik nú er høvuðsstuðul hjá Støkk í tvey ár afturat.

Borg er nýggjur undirstuðul hjá Støkk, og avtalan verður her undirskrivað av forkvinnuni í Støkk og deildarleiðarunum Kára Hansen og Arnfinn Olsen.

Somuleiðis hevur Støkk longt klædnasáttmálan við Sport24 í Saltangará. Sum myndin vísir, verður nýggi Adidas búnin í eyðkenda myrkabláa litinum. Felagið fegnast um at hava fingið hesar avtalur í lag og sær fram til gott samstarv!

 

 

Hold i dag

Instagram