Hósdagin 2. september kl. 18 kemur skráin fyri fimleikaárið út og tilmeldingin letur upp á heimasíðuni. 

Breiddarfimleikurin hjá Støkk byrjar aftur mánadagin 6. september.

Leygardagin 4. september frá kl. 13-17 verður Støkkdagur í Bylgjuni við skemti og gykl við Rógva Dam, Vitus vitjar, børn kunnu royna ein amboðsbana, nýggja Støkkdraktin kann bíleggjast við avsláttri, kaffi og køka verður at fáa. Eisini ber til at fáa hjálp til tilmelding, um tørvur er á tí.

Síggjast 4. september.
Høvuðsstuðul: #banknordik Undirstuðul: #borg Klædnastuðul: #sport24
Hold i dag

Instagram