Ari og Rúni til NM í Finlandi

Um vikuskiftið luttekur føroyska landsliðið í amboðsfimleiki í NM (Nordisk Mesterskab) í Finlandi.

Úr Støkk luttaka Ari Poulsen í amboðskappingini fyri dreingir og Rúni Lamhauge sum venjari.

Í hópinum eru 2 gentur og 2 dreingir. Venjari hjá kvinnum er Camelia Michaela Mindricel 
og hjá monnum er Rúni Lamhauge venjari.

Støkk ynskir Ari, Rúna og hinum í ferðalagnum góða eydnu við kappingini. 

 




Hold i dag

Instagram