Góðkenningardagur og kappingarfyrireiking

Í dag var góðkenningardagur og kappingarfyrireiking í amboðsfimleiki fyri gentur og dreingir í Fimi í Tórshavn.

Góðkent varð í øllum fýra amboðunum hjá gentum. Hjá Støkk megnaðu 6 gentur at flyta eitt stig upp. Hinar genturnar halda áfram at venja eftir sama stigi. 4 dreingir frá Støkk luttóku í dag, og tað gekk sera væl. Fyri dreingirnar snúði hesin dagurin seg um fyrireiking til kapping. Dreingirnir skulu vera 9 ár fyri at sleppa til kapping.

Úrslitini kunnu síggjast inni á www.fimleikur.fo

Vit í Støkk ynskja øllum hjartaliga tillukku við úrslitinum.






Hold i dag

Instagram