Støkk fyrireikar árligu fimleikaframsýningarnar

Venjarar, samskiparar og nevnd møttu á fundi í Bylgjuni mánakvøldið at fyrireika árligu fimleikaframsýningarnar, sum eru í mars mánaða. Spenningurin er stórur, og nógv er at leggja til rættis og fyrireika, tá okkara fimleikarar skulu vísa ein part av tí, teir hava lært hetta fimleikaárið.

Aftur í ár verða íalt fimm fimleikaframsýningar hildnar, tríggjar leygardagin 25. mars og tvær sunnudagin 26. mars.



Hold i dag

Instagram