Støkkarar til Italia á fimleikafestival

Í juli mánaða fara áleið 60 støkkarar til Riccione í Italia á ein fimleikafestival, Festival del Sole. Í hesum sambandi varð skipað fyri einum fundi í Bylgjuni, har kunnað var um m.a. fimleikaliga partin, venjing og annað praktiskt í sambandi við ferðina.

Tað er hugaligt hjá fimleikarunum, at hava hesa fimleikaferð at gleða seg til í vetrarkuldanum. Ein suðurlendskur stemningur við italskum tónleiki og brellbitum var í fundarhølinum, sum var pyntað við italskum fløggum og leskiligum brellbitum.

Festival del Sole er størsta fimleikatiltak í suðurevropa, sum er fyri allar fimleikarar og alt slag av fimleiki. Festivalurin verður fyriskipaður fyri sekstandu ferð í ár. Støkkhópurin fer úr Føroyum 1. juli og kemur aftur 8. juli. 





















Hold i dag

Instagram