Finska Sirja Lepistö á vitjan
Í døgunum 8.-15. novembur var finska Sirja Lepistö á vitjan hjá Støkk.
Sirja er ein finskur venjari og koreografur við nógvum royndum.
Hon vitjaði fyrstu fer hjá Støkk í 2014 og hevur verið her á mestsum hvørjum ári síðani.
Á vitjanini hesaferð fingu tær eldru á kappingarliðnum í amboðsfimleiki nýggjar gólvseriur,
umframt at tær yngru og øll estetisku liðini fingu venjingar, har fokus m.a. var á ballettvenjingum
og skipan av kappinarárinum.