Støkkarar kláraðu seg væl


Leygardagin 5. novembur var fyrireikingar- og góðkenningardagur í amboðsfimleiki hildin fyri gentum og dreingjum í Fimi.

Góðkent varð í øllum fýra amboðunum hjá gentum. Hjá Støkk megnaðu 15 út av 23 gentum at flyta eitt stig upp til komandi góðkenningardag, sum verður hildin í januar. Hinar genturnar halda áfram at venja eftir sama stigi. 

Fyri dreingirnar snúði hesin dagurin seg um fyrireiking til kapping. Dreingirnir skulu vera 9 ár fyri at sleppa til kapping.

Fleiri av fimleikarunum luttóku fyri fyrstu ferð í einum fyrireikingar- og góðkenningardagi, so spenningurin var í hásæti. 

Vit í Støkk ynskja øllum hjartaliga tillukku við úrslitinum.
























Hold i dag

Instagram