Støkkarar kláraðu seg væl
Leygardagin 5. novembur var fyrireikingar- og góðkenningardagur í amboðsfimleiki hildin fyri gentum og dreingjum í Fimi.
Góðkent varð í øllum fýra amboðunum hjá gentum. Hjá Støkk megnaðu 15 út av 23 gentum at flyta eitt stig upp til komandi góðkenningardag, sum verður hildin í januar. Hinar genturnar halda áfram at venja eftir sama stigi.
Fyri dreingirnar snúði hesin dagurin seg um fyrireiking til kapping. Dreingirnir skulu vera 9 ár fyri at sleppa til kapping.
Fleiri av fimleikarunum luttóku fyri fyrstu ferð í einum fyrireikingar- og góðkenningardagi, so spenningurin var í hásæti.
Vit í Støkk ynskja øllum hjartaliga tillukku við úrslitinum.