Góðkenningardagur í amboð

Leygardagin 5. novembur luttaka 39 amboðsfimleikarar, gentur og dreingir, úr Støkk í fyrireikingar- og góðkenningardegnum, sum Føroya Fimleikasamband skipar fyri í Fimi í Tórshavn.

Bólkarnir, ið íðka á kvinnusíðuni eru stig 1, stig 2 og stig 3, og amboðini eru lop, forskotin barr, biti og gólv. Á mannfólkasíðuni eru tað dreingir 9 ár og yngri, og amboðini hjá teimum eru gólv, ringar, beinsveiggj, lop, paralell barr og rekk.

Fyrra kappingin byrjar kl. 10.00 við dreingjum og stig 1 gentum. Seinna kappingin byrjar kl. 14.00 við gentum stig 2 og 3. Ókeypis atgongd er til kappingarnar.

Støkk ynskir øllum fimleikarunum góða eydnu.



Hold i dag

Instagram