Breiddarfimleikur

Í Støkk leggja vit stóran dent á, at øll skulu hava møguleika at íðka fimleik. Tískil hava vit breiddarlið, sum umfata so at siga allar aldursbólkar.

Tá eitt nýtt fimleikaár byrjar, í august-septembur mánaði, hevur íðkarin møguleika at tekna seg til okkurt av breiddarliðunum. Her eru lið fyri bæði gentur og dreingir frá 1. flokki og uppeftir. Harumframt eru lið fyri børn undir skúlaaldur, og onnur lið so sum "Styrki og konditión" og "Løtt motión". Hesi venja einaferð um vikuna fram til árligu fimleikaframsýningina hjá felagnum. 

Hold i dag

Instagram