Viborg Elitehold bjóðar øllum Støkkarum til venjing

Leygardagin 22. oktobur kl. 14–16 verða allir Støkkarar,  frá 4 ár og uppeftir (breidd, estetiskt og amboð), bodnir til venjing í Bylgjuni saman við Viborg Elitehold.
Hetta verða tveir spennandi og stuttligir tímar saman við 40 donskum fimleikarum, sum duga væl at undirvísa og eru full av orku.

Vónandi koma ein rúgva av fimleikarum í øllum aldri. Fimleikararnir skulu melda til hjá sínum venjara skjótast gjørligt og í seinasta lagi í dag, hósdag 20 oktobur.

Vit gleða okkum til fimleikaløtuna.


Hold i dag

Instagram