Kom við á felagsliðið hjá Støkk


Elskar tú fimleik og ynskir tú fleiri fimleikaløtur, venjingar og upplivingar? So er felagsliðið júst nakað til tín.


Endamálið við felagsliðnum er at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum. 

Vant verður 2-3 tímar triðjahvønn leygardag.

Einasta krav er, at tú longu ert íðkari í Støkk og ert millum 12 og 100 ár (fødd/ur í 2010 ella áðrenn).

Gjaldið er 200 kr. og fyrsta venjing er 29. oktober.

Meldið til her longu í dag. Seinasta freist at melda til er 25. oktobur.


Hevur tú nakran spurning viðvíkjandi felagsliðnum, ert tú vælkomin at senda eini boð á messenger hjá Støkk.



Hold i dag

Instagram