Støkk til fimleikafestival í Italia komandi summar
Í døgunum 2. til 7. juli 2023 fer Fimleikafelagið Støkk at luttaka í Festival del Sole í Riccione í Italia.
Framførslurnar verða samansettar soleiðis, at allir fimleikarar, óansæð støði, kunnu luttaka og vera við í framførsluni hjá Støkk.
Aldursmark: Allir limir, sum eru føddir í 2010 ella áðrenn, kunnu luttaka.
Sí kunnandi skriv um túrin her:
Festival del Sole
Kunnandi fundur fyri fimleikarar og avvarðandi um fimleikafestivalin Festival del Sole verður mánakvøldið 26. september kl. 21 í Bylgjuni.
Hjartaliga vælkomin.
Tú kanst melda teg til Italiatúrin her:
MELDA TIL HER