Støkk til fimleikafestival í Italia komandi summar


Í døgunum 2. til 7. juli 2023 fer Fimleikafelagið Støkk at luttaka í Festival del Sole í Riccione í Italia.

Framførslurnar verða samansettar soleiðis, at allir fimleikarar, óansæð støði, kunnu luttaka og vera við í framførsluni hjá Støkk. 
Aldursmark: Allir limir, sum eru føddir í 2010 ella áðrenn, kunnu luttaka.

Sí kunnandi skriv um túrin her: Festival del Sole


Kunnandi fundur fyri fimleikarar og avvarðandi um fimleikafestivalin Festival del Sole verður mánakvøldið 26. september kl. 21 í Bylgjuni.
Hjartaliga vælkomin.

Tú kanst melda teg til Italiatúrin her: MELDA TIL HER

Sí film frá seinasta fimleikafestivalinum, sum varð hildin í juli í ár: https://www.youtube.com/watch?v=xNtTwCZYUDI&t=11s



Hold i dag

Instagram