Ali heldur áfram í Støkk

Støkk fegnast um, at Ali Azizi heldur áfram sum høvuðsvenjari hjá  kappingarliðunum í amboð komandi ár. Ali, ið hevur verið høvuðsvenjari  í amboð hjá Støkk hetta seinasta fimleikaárið, flytir nú úr Tórshavn til Runavíkar at búgva, og fer soleiðis at hava betur stundir at venja okkara fimleikarar.

Vit gleða okkum til at leggja komandi fimleikaárið hjá kappingarliðum amboð til rættis saman við Ali og øllum hinum amboðsvenjarunum í felagnum.
Vælkomin til Runavíkar



Hold i dag

Instagram